Óvist um hann tekur ímóti virðisløn

Óvist um hann tekur ímóti virðisløn
Svenska akademiið hevur hvørki hoyrt orð ella eið frá Bob Dylan, nú fimm dagar eru farnir, síðani hann fekk Nobel virðislønina fyri bókmentir 2016
Tað hevur ikki eydnast at fáa samband Bob Dylan fyri at vita, um hann tekur av Nobel virðislønini í bókmentum, sum hann fekk í síðstu viku
 
18.10.2016 - 13:36

Tað hevur heldur ikki eydnast at fáa samband við hann fyri at vita, um hann tekur av. Bob Dylan hevur ei heldur sagt nakað alment um virðislønina. 

Men hann veit, at hann hevur fingið hana. Tí á heimasíðu hansara stendur, at hann er Nobelvirðislønarhavari.

SÍ EISINI Bob Dylan fær Nobelheiðursløn

Bob Dylan, sum er 75 ára gamal, hevur konsertir so at siga hvørt kvøld víða um í USA, so hann hevur úr gera líka til síðst í november.

Hann gevur eisini út í næstum bókina Sangtekstir 1961 til 2011. Nobelvirðislønin, sum er góðar seks milliónir krónur, verður handað 10. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744