Fleiri søkt um pengar

Fleiri søkt um pengar
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur longu fingið fleiri umsóknir, hóast nevndin enn ikki er farin undir at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2017
 
19.10.2016 - 11:23

Fíggjarnevndin, sum ikki enn er farin undir at viðgera uppskotið um fíggjarlógina fyri 2017, hevur longu fingið nakrar umsóknir frá stovnum og feløgum, sum vilja hava pengar í fíggjarlógini.  

Krígssavnið ger vart við, at játtanin, sum er 200.000 kr., ikki má detta burtur, nú húsið hjá savninum í Vágum verður umvælt.

Felagið fyri lesi- og skriviveik heitir á Fíggjarnevndina um ikki at lækka játtanina hjá felagnum úr 1,6 niður í 1,4 milliónir krónur, men heldur hækka hana. 

SÍ EISINI Meiriluti fyri fíggjarlógaruppskoti

Viðgerðarstovnurin Frælsi fyri ung við rústrupulleikum ger vart við, at eingin játtan er í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017.

Frælsi hevur keypt bygning á Eiði til heimið. Heimið kostar 4,5 milliónir krónur um árið at reka.  Frælsi vónaði og væntaði at fáa helvtina av teimum 4,5 milliónunum frá landinum til raksturin.

Og áhugabólkurin og sjálvsognarstovnin Ítróttareftirskúlin í Suðuroy undir stovnan søkir um góða millión í stuðli til raksturin næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542