Ynskja fullan leiklut til Brexit

Ynskja fullan leiklut til Brexit
Bretland væntar at verða við í øllum avgerðum, sum verða tiknar til Brexit er liðugt avgreitt, sigur bretski stjórnarleiðarin
Bretski stjórnarleiðarin, Theresa May, hevur sagt við sínar starvsfelagar í ES, at hon væntar, at Bretland sleppur at vera við í øllum avgerðum, sum tiknar verða, til Brexit er avgreitt
 
21.10.2016 - 08:44

Bretski stjórnarleiðarin, Theresa May, hevur sagt við sínar starvsfelagar í ES, at hon væntar, at Bretland sleppur at vera við í øllum avgerðum, sum tiknar verða, til Brexit er avgreitt.

BBC skrivar, at Theresa May roynir at varðveita ein bretskan sess við ES-fundarborðið, tá avgerðir skulu takast, sum ávirka øll 28 limalondini. Serliga tá tað snýr seg um trygdarpolitikk.

Theresa May segði í gjár, at tað hevur týdning, at ES hevur eina sterka og felags støðu til "ágangin frá Russlandi", sum hon tekur til, millum annað "andstyggiliga" harðskapin í Sýria.

SÍ EISINI Eingin nýggj handilsavtala millum Bretland og USA

Theresa May sigur sambært keldum hjá BBC, at ES má vera "tilreiðar at taka stig fyri at broyta framferðina hjá Russlandi." Tilgongdin hjá Bretlandi at fara burtur úr ES er ikki byrjað enn

Keldur siga, at Theresa May stríðist fyri at varðveita sessin hjá Bretlandi millum hini 27 limalondini. Men keldur hjá Downing Street siga við BBC, at bretski forsætisráðharrin "ikki er stúrin um at Bretland skal verða útihýst".

Donald Tusk, ES-forseti segði við Theresu May í gjár, at alt hetta er úrslit av fólkaatkvøðuni um at fara úr ES, og at hini 27 londini í ES mugu halda á við tingingum sínámillum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497