Stjórnarskipanin skal tryggja bankan

bannari
Stjórnarskipanin skal tryggja bankan
Tað verður neyðugt at kjølfesta bæði Landsbankan og Búskapargrunnin í stjórnarskipanini, ið skal til fólkaatkvøðu í 2017, heldur landsstýriskvinnan
 
24.10.2016 - 09:43

Kristina Háfoss heldur, at Landsbankin og Búskapargrunnurin skulu tryggjast betur enn við vanligari løgtingslóg. Hon vónar, tað verður partur av endaliga uppskotinum, sum fer til fólkaatkvøðu næsta ár.

Soleiðis slepst undan, at Landsbanki Føroya verður avtikin og stovnsettur aftur innan stutt áramál, heldur landsstýriskvinnan.

Halda Landsbankin er óneyðugur

Tá Løgtingið arbeiddi við at samtykkja stjórnarskipan í 2011, var ein grein til Landsbanka Føroya, og ein grein til Búskapargrunn Føroya.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hava fyrr sagt, at Landsbankanum er ikki lív lagað, verður hann endurstovnaður.

Tað halda teir, tí breið semja er ikki um at endurstova Landsbankan. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin halda, at Landsbanki Føroya er óneyðugur og dýrur symbolpolitikkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938