Málið er fullur limaskapur

Málið er fullur limaskapur
Sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum er málið hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni
 
01.11.2016 - 16:04

Tað kom fram í røðu, sum løgmaður helt á  ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, ið verður hildin í Keypmannahavn, sigur Løgmansskrivstovan.

Í røðuni segði løgmaður, at Føroyar koma við nógvum til norðurlendska samstarvið, og tí er tað hóskandi, at Føroyar gerast fullgildur limur í samstarvinum.

Løgmaður vónar ikki, tað gongur ov drúgv tíð til føroyska umsóknin um limaskap í Norðurlandaráðnum verður gingin á møti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717