Stjórnarsamráðingar slitnaðar

Stjórnarsamráðingar slitnaðar
Samráðingarnar um at skipa nýggja stjórn í Íslandi eru slitnaðar. Ósemja er um fiskivinnupolitikkin, skrivar íslendska kringvarpið, RUV
Ósemja er um fiskivinnupolitikkin í Íslandi. Samráðingarnar um at skipa nýggja stjórn eru slitnaðar
 
15.11.2016 - 17:48

Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálfstæðisflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur eftir altingsvalið 29. oktober, fekk litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn.

Hann hevur tingast við flokkin Bjørt framtíð og nýggja flokkin Viðreisn, sum fyrrverandi sjálfstæðisfólk hava stovnað, men samráðingarnar eru slitnaðar, tí flokkarnir eru ósamdir um fiskivinnupolitikkin.

Í løtuni er ógreitt, um Bjarni Benediktsson fer at venda sær til aðrar flokkar um stjórnarsamgongu, ella hann fer at boða forsetanum frá, at hann gevst við royndum sínum at skipa stjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132