Fimm flokkar samráðast í Íslandi

Fimm flokkar samráðast í Íslandi
Katrin Jakobsdóttir, forkvinna hjá teimum Vinstru grønu, stendur fyri samráðingunum. Hon fekk heimildina frá forsetanum mikudagin
 
20.11.2016 - 16:13

Tingbólkarnir hjá teimum fimm flokkunum í Íslandi, sum royna at skipa stjórn, viðgera nú samgongusamráðingarnar eftr fundin millum floksleiðslurnar í dag.

Katrin Jakobsdóttir, forkvinna hjá teimum Vinstru grønu, stendur fyri samráðingunum. Hon fekk heimildina frá forsetanum mikudagin.

Hon væntar at frætta frá hinum flokkunum longu í kvøld. Katrin Jakobsdóttir sigur við íslendskar miðlar, at hon er bæði bjartskygd og realistisk.

Møgulig stjórn greiðan meiriluta

Í andstøðu vera gomlu stjórnarflokkarnir, Sjalvstæðisflokkurin, sum er nógv størsti flokkur í Íslandi, og Framsóknarflokkurin, sum hevði forsætisráðharran í undanfarnu stjórn, við 29 tinglimum.  

Teir fimm flokkarnir, sum nú royna at skipa stjórn, eru umframt tey Vinstru grønu Piratarnir, Viðreisn, Bjørt framtíð og Samfylkingin.

Verður stjórnin skipað hevur hon 34 av 63 altingslimum. Í kvøld verður væntandi greitt, um farast kann undir realitetssamráðingar. Ætlanin er, um so verður, at gera skjótt av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659