Fordøma rakettuppseting

Fordøma rakettuppseting
Japan hartar Russland fyri at seta rakettir upp í einum oyggjabólki har vesturi í Kyrrahavinum. Ósemjan hevur røtur 70 ár aftur í tíðina
Russland og Japan hava í áravís stríðst um ræðið á einum oyggjabólki í Kyrrahavinum. Diplomatar royna at mýkja støðuna undan toppfundi millum londini
 
25.11.2016 - 09:00

Í áravís hava Russland og Japan stríðst um ræðið á einum oyggjabólki har vesturi í Kyrrahavinum, og nú harmast japanski forsætisráðharrin um, at Russland hevur sett upp rakettir í oyggjunum har.

Shinzo Abe, forsætisráðharri, hevur sambært Reuters sagt við yvirhúsið, at tær fýra oyggjarnar, talan er um, eru japanskt landaøki, og at tað ikki er í lagi, at russar hava sett rakettir upp har.

Diplomatar royna at mýkja støðuna

Ósemjan um ræðisrættin til oyggjarnar er umleið 70 ára gomul, og er eisini grundin til, at Japan og Russland ikki enn hava undirskrivað friðarskjal um, at Seinna heimskríggj formliga er av.

Russiskir fjølmiðlar hava í vikuni borið tíðindi um, at rakettskipanirnar nú eru virknar í oyggjunum har vesturi í Kyrrahavinum.

Diplomatar royna at mýkja støðuna, nú stutt er til toppfund millum Russland og Japan. Fundirnir skulu vera 15. og 16. desember.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678