Norska fiskivinnan setir helst útflutningsmet

Norska fiskivinnan setir helst útflutningsmet
Roknað verður við, at fiskivinnan fer at útflyta fyri meir enn 90 milliardir kr., 74 milliardir kr.í okkara peningi.
Norska fiskivinnan setir helst útflutningsmet í ár
 
10.12.2016 - 13:47

Orsøkin er at prísirnir hava verið góðir í ár, tí samlaða veiðan er minni enn í fjør.

Tað eru serliga laksur og síl sum økja nógv um norska útflutningin, og høvuðsorsøkin eru góðu prísirnir. Higartil í ár hevur Noreg útflutt 890.000 tons av laksi, fyri 55 milliardir norskar kr., slakar 46 milliardir kr. í okkara peningi.

Talan er um eina minking í nøgdini uppá góð 5 prosent, men prísurin hevur gjørt, at virðið er góð 30 prosent hægri enn somu tíð í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329