29 fólk latið lív. Fýrverksútsøla sprongdist

29 fólk latið lív. Fýrverksútsøla sprongdist
VIDEO: 29 fólk hava latið lív í Meksiko og í minst lagi 70 hava fingið brunaskaða, eftir eina spreinging í einum marknaði, sum selur fýrverk
29 fólk latið lív í Meksiko. Fýrverksútsøla sprongdist
 
21.12.2016 - 08:23

Hetta hendi í San Pablito í Tul-te-pek, 30 km norðanfyri Meksiko bý. Myndir frá staðnum vísa, hvussu eitt stórt roykskýggj blæsist upp úr økinum.

Sambært guvernørinum hava 29 fólk latið lív, - fleiri teirra eru børn. Harða spreingingin skal eisini hava gjørt skaða á bygningar og bilar nærindis. Vitni hava greitt frá, at sjálv spreingingin vardi í ein minutt.

Leiðarin fyri tilbúgvingina í Meksiko, Luis Felipe Puente, sigur, at talið av løstaðum fer helst at vaksa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026