Sí upptøkuna: Her fer bilur á sjógv

Sí upptøkuna: Her fer bilur á sjógv
Nógvi vindurin í jólaódnini gjørdi eisini um seg í Kollafirði, har nógvi vindurin tók ein bil, sum endaði á sjónum
Soleiðis sá út í Kollafirði, tá jólaódnin herjaði, har millum annað ein persónbilur varð tikin í vindinum
Mynd: Lesaramynd: Brian Jensen  
 
26.12.2016 - 11:23

Brian Jensen í Kollafirði var helst ikki í iva um, at tað var nógvur vindur, tá hann gjørdi upptøkuna niðanfyri, tá jólaódnin herjaði um vikuskiftið.

Sí upptøkuna niðanfyri

Men, at tað var so nógvur vindur, at hvirlurnar tóku ein bil á sjógv, kom heldur óvart á, sum tað eisini hoyrist í upptøkuni, hann hevur sent Kringvarpinum.

- "Nú fór bilurin. Hvat skal eg gera? Oy Jesus, oy Jesus, oy Jesus" hoyrist frá eini ungari kvinnu, sum var í húsunum, har upptøkan her varð gjørd tá jólaódnin herjaði.

Hevur tú eisini upptøkur frá jólaódnini? Send tær til news@kvf.fo ella í einum boðum á facebooksíðuni hjá Kringvarpinum, her tú eisini sært fleiri upptøkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541