Nýggj vápnahvíld í Sýria

Nýggj vápnahvíld í Sýria
Vápnahvíld er nú aftur fingin í lag í Sýria. Síðsta vápnahvíldin í landinum vardi í minni eina viku
Ein nýggj avtala um vápnahvíld er fingin í lag í Sýria, váttar russiski forsetin, Vladimir Putin, sambært eini tíðindastovu
 
29.12.2016 - 17:58

Ein nýggj avtala um vápnahvíld er fingin í lag í Sýria. Tað váttar russkiski forsetin, Vladimir Putin, sambært tíðindastovuni, Associated Press.

Avtalan um vápnahvíld í Sýria kemur í gildi á miðnátt sýriska tíð. Vápnahvíldin, sum varð sett í verk síðst í september, vardi bara í fimm dagar.

SÍ EISINI Stjórnarherurin tikið valdið aftur

Trý skjøl eru undirskrivað. Eitt um vápnahvíld, eitt um eftirlit við vápnahvíldini og ein yvirlýsing um viljan, at fara í gongd við friðarsamráðingar um eina politiska loysn.

Russland og USA, sum í felag tóku stig til vápnahvíldina í september, løgdu tá eftir hvørjum øðrum, og Russland legði samgonguna, har Danmark eisini er partur, undir at stuðla IS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155