iPhone 7 ikki so væl umtókt - hóast alt

iPhone 7 ikki so væl umtókt - hóast alt
Apple selur færri iPhone 7-fartelefonir enn fyritøkan hevði væntað. Hetta er fyrstu ferð í 10 ár, at sølan ikki veksur
Apple minkar nú iPhone 7-framleiðsluna nú tað er greitt, at tað ikki verða seldar so nógvar iPhone 7, sum fyritøkan annars hevði væntað
 
02.01.2017 - 14:15

Apple selur munandi færri iPhone 7 fartelefonir enn fyritøkan annars hevði væntað, tá nýggjasta fartelefonin hjá fyritøkuni varð send í handlarnar.

Neyðugt verður tí at minka iPhone 7-framleiðsluna við 10 prosentum fyrsta ársfjórðing í 2017, skrivar danska blaðið, finans.dk, á netinum.

Kendu longu sviðan í 2016

Ringa sølugongdin kemur kortini ikki sum lundi á jólanátt. Apple merkti longu til minkandi søluna í fjórða ársfjórðingi í 2016.

Tá varð neyðugt at minka framleiðsluna við umleið 20 prosentum, tí sølan gekk munandi trekari enn Apple hevði sæð fyri sær.

Partabrøvini í Apple fullu eitt umleið eitt prosentstig fríggjadagin tá tíðindini um minkandi søluna bórust. iPhone 7 kom í handlarnar 7. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738