Bretar nýggjan ES-sendiharra

Bretar nýggjan ES-sendiharra
Bretska stjórnin hevur tilnevnt ein nýggjan sendiharra í ES, sum skal avloysa Ivan Rogers, ið segði seg úr starvinum í vikuni
Bretar fáa nýggjan sendiharra í ES eftir at sendiharrin, sum røkti starvið, hevur sagt seg úr starvinum
 
05.01.2017 - 11:25

Talan er um roynda diplomatin, Tim Barrow, sum fær ein avgerandi leiklut, tá samráðingarnar ímillum Bretland og ES um Brexit byrja.

Tim Barrow var bretskur sendiharri í Ruslandi frá 2011 til 2015, og hevur harumframt verið ráðgevi hjá fleiri bretskum uttanríkisráðharrum.

SÍ EISINI Vil hava eina fólkaatkvøðu afturat

Í mars í fjør tók hann við sum politiskur stjóri í bretska uttanríkisráðnum, og hevur eisini verið skrivari hjá bretsku sendinevndini í Brússel.

Ivan Rogers hevur einki sagt um, hví hann legði frá sær, men í einum skrivi til starvsfólkini skal hann hava funnist at framferðini hjá bretsku stjórnini uppundir samráðingarnar við ES.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tað hevur Ivan Rogers gjørt tí sjálvt ikki tey ovastu embætisfólkini vita nakað um, hvat Bretland fer at leggja dent á undir samráðingunum.

Ivan Rogers, ið hevur sagt seg úr starvinum, sigur seg eisini ivast í einum góðum úrsliti fyri Bretland, tí ES hevur fleiri roynd samráðingarfólk enn bretar hava.

Theresa May, forsætisráðharri, hevur boðað frá, at samráðingarnar ímillum Bretland og ES byrja áðrenn mars mánaður er liðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847