»Dieselgate« ávirkar ikki søluna

»Dieselgate« ávirkar ikki søluna
Dálkingargølan hjá Volkswagen í 2015 nervar ikki søluna - tvørturímóti. Volkswagen er nú heimsins størsti bilframleiðari
Volkswagen er nú heimsins størsti bilframleiðari. Bilverksmiðjan framleiddi til samans 10,3 milliónir bilar í 2016, eitt lítið vet framman fyri Toyota
 
11.01.2017 - 11:44

Skøvurnar, sum komu í lakkið hjá Volkswagen á heysti í 2015, eru longu burtur. Tað sama eru eisini atfinningarnar hjá brúkarunum.

Tí tað nervar ikki keypararnar tað minsta, at bilverksmiðjan svikaði við tølum fyri útlát, og at starvsfólk í fyritøkuni eisini eru fongslað.

Volkswagen hevur nú yvirhálað Toyota, og Volkswagen framleiðir nú flestar bilar í øllum heiminum. Tað skrivar tíðindastovan, Reuters.

Toyota í hølunum á VW

VW seldi til samans 10,3 milliónir bilar í 2016. Tað kom fram, tá bilverksmiðjan týsdagin legði sølutølini fyri 2016 fram á høvuðsskrivstovuni í Týsklandi.

Toyota kom beint í hølunum á Volkswagen. Toyota framleiddi í fjør til samans 10,09 milliónir bilar. Tað er nakað minni enn Toyota hevði roknað við í 2016.

Sonevnda »Dieselgate« dálkingargølan byrjaði í 2015, tá tað kom undan kavi, at Volkswagen hevði svikað við tølunum fyri, hvussu nógv bilarnir dálka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847