Nú byrjar sakarmálið móti kommunulækna

Nú byrjar sakarmálið móti kommunulækna
Føroya rættur hevur sett fýra dagar av til rættarmálið móti einum kommunulækna, sum er ákærdur fyri at gera seg kynsliga inn á fleiri kvinnur
Sakarmálið móti einum kommunulækna, sum er ákærdur fyri til samans 11 kynslig lógarbrot móti 10 kvinnum frá 2010-2014, byrjar í Føroya rætti mánadagin
 
16.01.2017 - 14:38

Mánadagin byrjar sakarmálið móti einum kommunulækna, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur, sum vóru til kanningar.

Føroya rættur hevur til samans sett fýra dagar av til rættarmálið móti kommunulæknanum; mánadagin, týsdagin, hósdagin og fríggjadagin í næstu viku.

Kommunulæknin er ákærdur fyri 11 lógarbrot móti 10 kvinnum frá 2010 til 2014. Hann er millum annað ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, tá tær vóru til kanningar.

Noktar seg sekan

- Hann (ákærdi, red.) tvíheldur um, at læknaligu kanningarnar eru farnar rætt fram, og at talan er um misskiljingar. Tað segði Bjørn á Heygum, verji, sambært útvarpinum í august.

Verjin hevur eisini hartað ákærumyndugleikan, tí kommunulæknin var skuldsettur í tvey ár áðrenn ákæruritið varð skrivað liðugt. Tað er átaluvert sambært verjanum.

- Tað er ein ótrúlig byrða hjá ákærda at bíða so leingi. Myndugleikarnir hava skyldu at bera seg so skjótt at sum gjørligt, so borgarin ikki líður óneyðugt, segði Bjørn á Heygum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366