Matvørur vorðnar dýrari

Matvørur vorðnar dýrari
Nakrir prísir hækka í Føroyum. Sambært brúkaraprístalinum, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár, kostaðu matvørurnar 1,3 prosent meira í fjør enn í 2015
Matvørur í Føroyum vórðu dýrari í 2016 enn í 2015, vísa tøl hjá Hagstovuni
 
19.01.2017 - 08:56

Størsti prísvøksturin í fjør var hjá gistingarhúsum og matstovum, ella matveitarum, sum tað stendur í hagtølunum, har hækkaði prísurin 1,9 prosent.

Rúsdrekka og tubbak gjørdust 1,4 prosent í fjør enn í 2015. Hetta er fyrstu ferð síðani í fyrsta ársfjórðingi í 2013, at prísirnar hækka.

Men allir prísir hækka tó ikki. Oljan er framvegis bílig, og tað er rentan á húsalánum eisini. Býlisprísir fóru tí 4,1 prosent niður í fjør.

Flutningur og innbúgv gjørdist eitt sindur bíligari í fjør. Brúkaraprístalið í fjórða ársfjórðingi í fjør var 117,3, tað var 116,4 í fjórða ársfjórðingi í 2015.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744