Hóttir við at taka loyvi frá smuglaraskipum

Hóttir við at taka loyvi frá smuglaraskipum
Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og veiðumálum hóttir við at taka loyvi frá grønlendsku skipunum, um tey ikki fáa skil á rúsevnum umborð
 
21.01.2017 - 17:14

 - Eg vil heita á reiðaríini í Grønlandi um at geva skipsmanningunum greiðar leiðreglur, har tað greitt stendur, at tað er strangliga bannað at flyta rúsevni til lands, skrivar Hans Enoksen í tíðindaskrivi.

Skrivið kemur í kjalarvørrinum av, at íslendska løgreglan fann 20 kilo av hassji umborð á Polar Nanoq, sum varð kannað í samband við málið um horvnu kvinnuna í Reykjavík.

 - Hendir tað, at trolarar framvegis verða nýttir at ólógliga flyta rúsevni til Grønlands, so fer landsstýrið at umhugsa at herða reglurnar fyri loyvi og kvotutilluting í framtíðini, skrivar grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum víðari.

Tey tjúgu kiloini eru mett at vera 14 milliónir krónur verd, verða tær seldar í Grønlandi. Eitt gramm í Nuuk kosta millum 700 og 1000 krónur, skrivar blaðið Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744