Tummas Eliasen í Landsbankanevndina

Tummas Eliasen í Landsbankanevndina
Varamaður er Jógvan Kruse, fíggjar- og fyrisitingarleiðara í Sunda kommunu
 
28.01.2017 - 18:00

Kommunufelagið hevur nú tilnevnt Tummas Eliasen til nevndarsessin í Landsbankanum.

Hann var upprunaliga í uppskoti til varalim, men eftir at fyrsta boð varð vrakað av Fíggjarmálaráðnum, gjørdi Kommunufelagið á fundi í gjár av, at Tummas Eliasen verður teirra tilmæli.

Fíggjarmálaráðið hevði undan fundinum í gjár boðað Kommunufelagnum frá, at Tummas Eliasen, kommunustjóri í Klaksvík, lýkur lógarkrøvini um førleikar.

Kommunufelagið hevur somuleiðis tilnevnt Jógvan Kruse, fíggjar- og fyrisitingarleiðara í Sunda kommunu, at vera varalimur hjá Tummasi Eliasen í nevndini fyri Landsbankan.

Tann tilnevningin er enn ikki góðkend av Fíggjarmálaráðnum.

Sjey fólk eru í nevndini fyri Landsbankan. Tey eru Zvonko Mrdalo, Elisabeth Eldevig, Kristoffur Laksá, Ninna Herdis Danielsen, Edvard Heen, Jan Otto Holm og Tummas Eliasen.

Nevndin hevur enn ikki skipað seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523