Hann vil nokta muslimum innferðarloyvi

Hann vil nokta muslimum innferðarloyvi
Ein skipan, ið skal forða fólki úr fleiri muslimskum londum í at koma til USA, skal setast í gildi, heldur Donald Trump, forseti í USA
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur givið boð um, at fólk úr fleiri muslimskum londum, ikki sleppa til USA, tí tey kunnu hótta trygdina í landinum
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
29.01.2017 - 10:53

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur givið boð um, at fólk úr fleiri muslimskum londum, ikki sleppa til USA, tí tey kunnu hótta trygdina í landinum.

Skipanin skal vara eina tíð, og skipanin hevur longu rakt fleiri fólk, sum ætlaðu sær til USA.

Verandi skipan fyribils úr gildi

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur skrivað undir eini boð um, at fólk úr fleiri muslimskum londum, ikki sleppa til USA. Tað skriva fleiri tíðindastovur.

- Eg gevið boðini fyri at halda víðgongdar muslimar burtur úr USA. Bara tey, sum vilja USA tað besta, eru vælkomin til landið, sigur amerikanski forsetin.

Skrivið er ikki almannakunngjørt enn, men eftir tí, sum fleiri miðlar hava fingið at vita, verður flóttafólkaætlanin hjá USA sett úr gildi, fyribils í fýra mánaðir.

Sýrar sleppa ikki inn í USA

Forsetin ætlar haraftrat í óásetta tíð, at forða flóttafólkum úr Sýria at koma til landið, til hann heldur at tey ikki eru ein hóttan longur.

Kortini fer USA at taka ímóti kristnum flóttafólkum úr Sýria, i flýggja úr landinum. Amerikanska skipanin fyri flóttafólk verður steðgað í 120 dagar, til nýggja umsitingin hevur gjørt ein nýggjan lista við londum.

Umsóknir um uppihaldsloysvi frá fólkum úr londum, sum verða mett sum yvirgangslond, verður steðgað í ein mánað.

Fleiri lond sett á svartalista

Samstundis fáa fólk úr fleiri londum als ikki loyvi at koma til USA. Londini eru: Irak, Sudan, Iran, Libya, Somalia og Yemen.

Samstundis hevur amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, fingið boð um at tryggja økir í Sýria, ið sivilfólk kunnu kenna seg trygg  í. Avgerðin hjá Trump hevur longu fingið avleiðingar.

Fimm irakar og ein ríkisborgari úr Yemen, sum leygardagin skuldu við flogfari úr Kairo til USA, fingu boð um, at tey ikki sluppu við flogfarinum.

Fólk afturhildin í floghavn

Tey seks fólkini høvdu annars fingið innferðarloyvi til USA. Irakarnir vórðu ístaðin vístir til eitt annað flogfar, sum fór úr Kairo til Irak.

Eisini fólk sum vóru á veg til USA við flogfari, tá boðini komu, sluppu heldur ikki í land í USA. New York Times skrivar, at tveir irakar ikki eru slopnir úr JFK-floghavnini, eftir at verða komnir til USA.

Annar av teimum hevur starvast fyri amerikansku myndugleikarnar í Irak í 10 ár. Teir hava saman við advokatunum stevnt USA fyri frælsistøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023