Ein maður skuldsettur í Quebec-málinum

Ein maður skuldsettur í Quebec-málinum
Kanadiska løgreglan hevur skuldsett ein 27-ára gamlan mann í samband við skottilburðin í eini mosku í Quebec sunnukvøldið.
 
31.01.2017 - 09:17

Maðurin er fyribils skuldsettur fyri seks manndráp og fimm drápsroyndir,

men sambært talsmanni fyri kanadisku løgregluna koma helst fleiri skuldsetingar afturat - millum annað um yvirgang, skrivar AFP-tíðindastovan.

Skuldsetti, sum lesur statsvísindi, hevur fyrr sagt seg virða republikanska forsetan, Donald Trump, skrivar AFP.

 

Stutt eftir hendingina sunnukvøldið, handtók løgreglan tveir menn. Løgreglan upplýsir, at annar maðurin var hildin aftur sum vitni, meðan hin er undir illgruna.

Eftir álopið eru fimm persónar framvegis í lívsvanda, og kanadiska løgreglan hevur enn einki sagt um, hví álopið varð framt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114