SEV stovnar dótturfeløg

SEV stovnar dótturfeløg
SEV hevur stovnað dótturfeløgini, Vindfelagið í Neshaga og Vindfelagið í Húsahaga, sum eiga vindmyllurnar í teimum báðum støðunum
 
27.02.2017 - 16:12

SEV eigur partafeløgini og stjórin í SEV er eisini stjóri í Vindfeløgunum. Nevndin í feløgunum er sama sum hjá SEV.

Bókaða yvirtøkuvirðið á Húsahaga er hundrað milliónir og slakar 300.000 krónur, og partapeningurin, SEV hevur sett í, er 22 milliónir krónur, hitt er ein millumrokning, sum er afturgoldin, tá vindmyllulundin er avskrivað.

Partapeningurin sjey milliónir

Yvirtøkuvirðið fyri Neshaga er góðar 37,5 milliónir krónur. Har er partapeningurin sjey milliónir krónur.

Fyrsti roknskapurin hjá teimum báðum feløgunum, hann er fyri 2016, verður kunngjørdur í mars í ár.

Prísurin, sum SEV rindar fyri streymin úr Húsahaga er 31,6 oyru fyri kilowatttíman, og hann er 41 oyru fyri streymin úr Neshaga.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744