Føroya Tele á veg inn í framtíðina

Føroya Tele á veg inn í framtíðina
Føroya Tele og kinesiski telerisin, Huawei, hava skrivað undir nýggja samstarvsavtalu
Føroya Tele og kinesiski telerisin, Huawei, hava skrivað undir eina nýggja samstarvsavtalu
Mynd: Savn  
 
04.03.2017 - 10:41

Føroya Tele og kinesiski telerisin, Huawei, hava skrivað undir eina nýggja samstarvsavtalu, sum ber í sær, at Føroyar altíð er í fremstu røð, tá tann nýggjasta og mest framkomna fjarskiftistøknin kemur á marknaðin. Tað upplýsir Føroya Tele.

Í 2015 gjørdu Føroya Tele og Huawei samstarvsavtalu um at skifta og útbyggja alt farnetið hjá Føroya Tele, og nú er 4G-LTE-netið millum tey fremstu í heiminum. Í hesum árinum verður meira ferð sett á netið. 4G verður til 4,5 G, og samstundis verða lunnar lagdir undir eitt framtíðar 5 G-net, sigur Føroya Tele.

Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele, sigur, at samstarvið við Huawei hevur verið serstakliga gott, og nú verður farið eitt stig víðari. Lang Yang, stjóri í Huawei fyri Danmark, Føroyar og Grønland, sigur, at tað er ein framíhjárættur at sleppa at fylgja Føroya Tele inn í framtíðina og at menna Føroyar sum eitt tøkniliga framkomið samfelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202