Kinverjar vilja aftur hava bláan himmal

Kinverjar vilja aftur hava bláan himmal
Kina vil minka um framleiðsluna av koli og stáli fyri at fáa reinsað luftina og sleppa av við ógvusligu dálkingina í býunum
Dálkingin í Kina skal minkast so mikið, at himmalin yvir stórbýunum aftur verður bláur, eru embætisfólk á einum máli um undan ráðstevnu, sum byrjar í Kina í dag
 
05.03.2017 - 17:46

Kina heldur fram at minka um dálkingina, sum javnt og samt plágar fólk í stórbýunum. Kinesarar ætla í ár at skerja stálframleiðsluna við 50 milliónum tonsum og kolframleiðsluna við 150 milliónum tonsum.

Minkingin er liður av einari endamálsorðing í eini frágreiðing fyri umleið 3.000 embætisfólk, ið hittast í dag, og sum eisini í hálvaaðra viku taka lut, tá parlamentið í Beijing kemur saman.

Fleiri orkuverk stongd

- Himmalin skal verða bláur aftur, sigur forsætisráðharrin, Li Keqiang, ið fer at seta ráðstevnuna í dag. Hann endurtekur eisini eina ávaring um, at eftirlitið er hert og at revsingin eisini verður herd.

Ein røð av orkuverkum, ið brúka kol, verða afturlatin. Harumframt verða nýggj orkuverk ikki gjørd fyribils. Lyftini hava samband við áralanga stríðið at minka um dálkingina orsakað av koli í Kina.

- Embætisfólk, sum ikki røkja síni størv, og framvegis loyva dálking at fara fram, verða drigin til svars, sigur Li Keqiang, forsætisráðharri, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659