Drápsmál skjótt liðugt kannað

Drápsmál skjótt liðugt kannað
Løgreglan í Íslandi bíðar nú bara eftir at fáa lívfrøðilig úrslit aftur frá kanningunum í málinum um eina unga kvinnu, sum hvarv síðst í januar
Íslendska løgreglan verður liðug at kanna málið um drápið á Birnu Brjánsdóttir um hálvan mars. Tveir menn við Polar Nanoq vórðu handtiknir í málinum síðst í januar
Mynd: Savnsmynd/RUV  
 
06.03.2017 - 12:13

Íslendska løgreglan verður liðug at kanna málið um drápið á Birnu Brjánsdóttir um hálvan mars. Einar Guðberg Jónsson, politiinspektørur sigur við íslendska kringvarpið, RUV, at nú verður bíðað eftir at fáa kanningarúrslit av lívfrøðiligum sporum aftur úr Svøríki.

Tá øll úrslitini eru komin, verður málið latið íslendska ákæruvaldinum, og tað verður helst umleið 15. mars. Ein maður, sum sigldi við grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, hevur sitið í varðhaldi í góðar seks vikur, og í løtuni situr hann í fongslinum á Hólmsheið.

Hóast tann handtikni hevur viðgingið seg sekan í einum øðrum revsimáli um at hava roynt at smugla 20 kilo av hashi til Grønlands, so noktar hann at hava dripið Birnu Brjánsdóttir.

Jón Snorrason, løgreglukommisserur, hevur tó váttað fyri íslendskum fjølmiðlum, at lívfrøðilig spor frá kanningunum hava knýtt tann handtikna til drápsmálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744