Hóttanir í kjalarvørrinum á rakettskjøldri

Hóttanir í kjalarvørrinum á rakettskjøldri
Kina hóttir við tiltøkum, nú USA ætlar at seta upp eina rakettskipan, sum skal verja Suðurkorea móti álopum frá Norðurkorea
USA fer at seta upp eina rakettskipan - eitt sonevnt rakettverjuskjøldur - sum skal verja Suðurkorea frá rakettálopum úr grannalandinum Norðurkorea
Mynd: AP  
 
07.03.2017 - 13:56

Ein talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðiðráðið sigur, at Kina er hart ímóti nýggja rakettskjøldrinum og at Kina við vissu fer at brúka neyðugu amboðini at verja síni egnu trygdaráhugamál, sum tikið verður til.

Onki verður tó sagt um, hvørji amboð ella átøk, talan er um. USA fer at seta upp eina rakettskipan - eitt sonevnt rakettverjuskjøldur - sum skal verja Suðurkorea frá rakettálopum úr grannalandinum Norðurkorea.

SÍ EISINI Rakettútskjóting elvir til stúran

Tað boðaði ein talsmaður í Hvítu Húsunum frá í gjárkvøldið. Hetta hendir eftir at Norðurkorea í gjáramorgunin skeyt fýra rakettir einar 1.000 kilometrar út yvir Japanska havið. 

Rakettskipanin, sum USA ætlar at seta upp, kallast THA-AD og er ein stytting av Terminal High Altitude Area Defence. Tað er amerikanski vápnaframleiðarin Lockheed Martin, sum hevur ment skipanina. Ein skipan sum kann skjóta niður rakettir, sum røkka upp til 6.000 kilometrar.

Skipanin verður væntandi liðug at seta upp í ár. Ongin av rakettunum, sum Norðurkorea sendi avstað í gjáramorgunin, verður roknað sum langtberandi rakettir. Tað vil siga sum røkka upp til 12.000 kilometrar og sum harvið kunnu kunnu røkka úr Norðurkorea til amerikanska meginlandið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744