Turkiski forsetin í øðini inn á Niðurlond

Turkiski forsetin í øðini inn á Niðurlond
Ein turkiskiskur ráðharrari slapp ikki at halda røðu í Rotterdam og er vístur av landinum.
Recep Tayyip Erdogan, forseti
Mynd: Savnsmynd  
 
12.03.2017 - 10:00

Samanbrestir hava verið millum mótmælismólk og løgregluna í Rotterdam eftir diplomatsku kreppuna millum Niðurlond og Turkaland, tí ein turkiskur ráðharri fekk noktað at halda røðu á einum fundi, sum turkar í Rotterdam vóru komnir saman til. Ráðharrin var aftaná vístur úr Niðurlondum.

Turkiski familjumálaráðharrin, Fatma Betul Sayan Kaya, var komin at halda røðu í Rotterdam fyri turkum, búsettir har, men sum hava atkvøðurætt í Turkalandi til fólkaatkvøðuna 16. apríl, tá turkiska fólkið skal taka støðu til, um tað skal geva Recep Tayyip Erdogan, forseta, víðkaðar heimildir at stjórna landinum uttan um tjóðartingið.

Órógva tjóðartingsvalið í Niðurlondum

Alment hava niðurlendskir myndugleikar tó sagt, at turkisku fundartiltøkini í Niðurlondum kunnu órógva tjóðartingsvalið í Niðurlondum, sum verður fyrsta dagin.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, er í øðini um, at familjumálaráðharrin í stjórn hansara er vístur úr Niðurlondum og hevur sagt myndugleikarnar har ikki vera annað enn nazistiskan og fasistiskan eftirburð.

Framman undan høvdu Niðurlond forða fyri at turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoglu, kom til landið við flogfari. Hann er í staðin farin til norðurfranska býin Metz, har hann skal halda røðu á fundi, ið verður fyriskipaður har. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938