Kjøtgøla tekur seg upp í Brasil

Kjøtgøla tekur seg upp í Brasil
Landið hevur útflutt oksakjøt og høsnarungar, sum ikki vóru egnað sum mannaføði. Útflytarar hava mutrað eftirlitið í fleiri ár
Løgreglan í Brasil hevur handtikið fleiri fólk í kjalarvørrinum á eini kjøtgølu, sum hevur tikið seg upp í landinum síðstu dagarnar
 
20.03.2017 - 11:15

Forsetin í landinum kallaði saman til tíðindafund í gjár, í eini roynd at steðga gøluni. Stórir útflytarar av kjøti hava í fleiri ár mutrað eftirlitið, so kjøt, sum ikki kundi etast, er útfluttt til nógv lond, eisini fleiri europeisk lond, millum annað til Danmarkar.

Forsetin í Brasil, Michel Temer, hevur havt fund við fleiri sendiharrar um støðuna og hann tvíheldur um, at eingin vandi kann standast av at eta kjøtið. Samstundis hevur løgreglan í Brasil tikið 30 fólk.

Løgreglan hevur eisini givið boð um at taka onnur 27 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt ábyrgdina av útflutninginum. Ein høsnarungagarður, sum stóra felagið, BRF eigur og sláturvirkið, Peccin, eru stongd.

Illgruni er til minst 21 sláturhús aftrat. Brasil útflytir kjøt til umleið 150 lond, og inntøkan, sum landið fær av kjøtinum og høsnarungunum, er umleið 83 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858