Putin vil hitta Trump

Putin vil hitta Trump
Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at hann er til reiðar at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, á arktiskum toppfundi í Finnlandi
 
30.03.2017 - 17:51

Tað segði Putin á fundi í arktiska ráðnum í russiska býnum Arkhangelsk. Finski forsetin, Sauli Niinistø, hevur sagt, at hann hevði verið fegin um at tikið ímóti bæði amerikanska og russiska forsetanum í Helsinki.

Finnland fær formanssessin í arktiska ráðnum í mai. Finska stjórnin nevndi longu í desember møguleikan fyri at skipa fyri toppfundi millum Trump og Putin.

Amerikansku fregnartænasturnar hava lagt Russland undir at hava skipað fyri telduálopi á demokratiska flokkin í fjør til tess at skaða amerikanska forsetavalevnið, Hillary Clinton. Trump segði undir valstríðnum, at hann vil hava betri viðurskifti við Russland. 

Tað er komið undan kavi, at starvsfólk í valstríðnum hjá Trumpm hava havt samband við russisku stjórnina, hóast USA, meðan Obama var forseti, setti tiltøk í verk móti Russlandi. Tiltøkini vóru sett í verk, tí Russland legði Krim undir seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558