- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minst 10 deyð í spreinging

Sambært russisku tíðindastovuni, Tass, vóru spreingingarnar í Sennaya Ploschad-metroini og metroini nærindis teknologiska instituttinum í miðbýnum í Santa Pætursborg.
Tíðindastovan, RIA, endurgevur ein embætismann fyri at siga, at enn er ógreitt, um báðar spreingingarnar í Santa Pætursborg vóru í sama toki.
Greinin heldur fram niðanfyri
First pictures emerge from a Saint Petersburg metro station where an explosion is believed to have occurred pic.twitter.com/LTKIkDIRrd
— Sky News (@SkyNews) April 3, 2017
Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur í fráboðan, at enn er ógreitt, hví spreingingarnar hendu, men hann leggur dent á, at møguliga er talan um yvirgang.
Øll metroin í Santa Pætursborg, sum dagliga flytir meira enn tvær miljónir fólk, er nú stongd. Sambært BBC, hevur metroin í Moskva boðað frá, at har eru serlig trygdartiltøk nú sett í verk.




























