Talið á deyðum veksur eftir gassálop

Talið á deyðum veksur eftir gassálop
Í minsta lagi 58 fólk eru deyð eftir eitt álop við eiturgassi í Sýria í morgun sambært óváttaðum tíðindum hjá mannarættindafelagsskapi
Ein maður fær læknahjálp eftir eiturgassálopið í Sýria í morgun. Higartil eru minst 58 fólk deyð og tíggjutals onnur eru særd
Mynd: AP  
 
04.04.2017 - 12:22

Óváttað tíðindi frá mannarættindafelagsskapinum í Sýria vilja vera við, at í minsta lagi 58 fólk eru deyð og tíggjutals særd í einum eiturgass-álopi í Idlib-landslutinum í Sýria.

"Hetta er eitt ræðuligt álop, tað er ógvusligt, og tað er eftir øllum at døma eisini brot á fólkarættin"

Jan Egeland, aðalskrivari í norsku flóttafólkahjálpini

Sambært BBC, AFP og NRK koma tíðindini frá mannarættindafelagsskapinum í Sýria, SOHR, og sambært teimum vóru tað flogfør hjá annaðhvørt sýriska stjórnarherinum ella Russlandi, sum lupu á. Fólk fingu ikki anda og kvaldust, siga tíðindini.

BBC skrivar, at óváttað tíðindi harumframt eru um, at ein læknamiðstøð, sum royndi at taka sær av teimum særdu, eisini varð bumbað. AFP endurgevur SOHR, sum sigur, at mong børn eru millum tey eitraðu og deyðu.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fyrst fingu tey andaneyð, spýðu, og so kvaldust tey, sigur SOHR. Myndir eru eisini í umferð av hjálparfelagsskapinum, Hvítu hjálmunum, sum spula særd við vatni. Hesi tíðindi um enn eitt eiturgassálop í Sýria koma samstundis sum ráðstevna verður sett í Brússel um framtíð Sýria.

Aðalskrivarin í norsku flóttafólkahjálpini, Jan Egeland, er í Brússel, saman við øðrum felagsskapum, sum hava fólk í økinum, har eiturgassálopið skal hava verið.

- Mong fólk her hava fingið myndir sendandi av deyðum børnum, og tey hava fingið boð um, at starvsfelagar eru deyðir. Hetta er eitt ræðuligt álop, tað er ógvusligt, og tað er eftir øllum at døma eisini brot á fólkarættin, sigur Jan Egeland við NRK.

Óvist hvat eitur talan er um

SOHR hevur ikki upplýsingar um, hvat slag av eituri talan er um, og at tað er ógreitt, um tað vóru sýrisk ella russisk flogfør, sum lupu á. Sýriska verjan noktar at hava nakað við álopið at gera og sigur, at sýriski herurin ongantíð hevru brúkt kemisk vápn.

NRK skrivar, at andstøðan í Sýria krevur, at ST kannar eiturálopið og ákærir Bashar al-Assad, forseta fyri at hava ábyrgdina av álopinum.

ST hevur fleiri ferðir áður kannað álop við eiturgassi í Sýria. Og ST hevur skjalprógvað, at bæði sýriskar herdeildir og yvirgangsfelagsskapurin IS hava brúkt eiturvápn í krígnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039