Spøkilsismálið avgreitt

Spøkilsismálið avgreitt
Aganevndin er komin til ta niðurstøðu, at dysturin millum Neistan og VÍF skal spælast av nýggjum. Men bara, um úrslitið kann ávirka stigatalvuna.
Støðan var 14-11, tá ið liðini fóru til hálvleiks og 15-11, tá ið tey byrjaðu seinna hálvleik.
 
07.04.2017 - 16:08

Slakar tvær vikur eftir nógv umrødda dystin ímillum Neistan og VÍF, hevur Aganevndin givið VÍF viðhald í kæruni um 'spøkilsismálið'.

Dysturin varð spældur í Høllini á Hálsi 26.mars og endaði 25-25, men eftir dystin varð greitt, at Neistin bert skeyt 24 mál í dystinum - sí innslag frá 3-2 um málið her. 

Aganevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya hevur nú gjørt av, at dysturin skal spælast av nýggjum, um úrslitið hevur nakran týdning fyri endaligu stigatalvuna í grundspælinum, og harvið eisini finaluplássini.

Tí verður bíðað til eftir seinasta umfar í grundspælinum, sum verður 15. apríl. Er úrslitið tá uttan týdning fyri liðini, verður javnleikurin 25-25 standandi sum endaliga úrslitið av dystinum. Allur úrskurðurin hjá Aganevndini sæst her.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485