Vilja verja kanningararbeiðið

Vilja verja kanningararbeiðið
Tveir politiskir flokkar í USA fara at gera sítt til, at kanningin um leiklutin hjá Russlandi á forsetavalinum í USA í fjør ikki verður órógvað
 
12.05.2017 - 09:06

Bæði republikanarar og demokratar í amerikanska umboðsmannatinginum fara at síggja til, at kanningin, um Russland legði seg beinleiðis út í forsetavalið í fjør, verður sett í verk, og at hon ikki verður órógvað.

Tað siga Mike Conaway, sum eru republikanskur leiðari í umboðsmannatinginum, og demokratiski leiðarin, Adam Schiff, í einari felags útsøgn, skrivar Reuters.

SÍ EISINI Trump givið FBI-stjóranum fótin

Teir báðir siga hetta tveir dagar eftir, at Donald Trump, forseti, koyrdi stjóran í FBI, James Comey, frá.

Varaløgmálaráðharrin, Rod Rosenstein, segði fyrr í vikuni, at hann kundi ikki verja handfaringina hjá Comey av málinum um teldupostarnar hjá demokratiska forsetavalevninum, Hillary Clinton. Og so fekk Comey durafjórðingin.

Uppsøgnin var ætlað

Donald Trump hevur sagt, at hann ætlaði at koyra Comey frá, sama hvussu tilmælið frá varaløgmálaráðharranum ljóðaði.

Tey, sum hava funnist at, at FBI-stjórin varð koyrdur, hava sagt, at veruliga orsøkin er, at hann stóð á odda fyri at kanna, hvussu sambandið var millum tey, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Trump, og Russland. Men tað vísir Trump aftur.

- Gjørdi Russland okkurt illgrunavert, hevði eg fegin viljað vitað tað, segði Trump í gjárkvøldið. Hann segði, at einki samband var millum tey, sum fyrireikaðu valstríðið hjá sær, og Russland. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949