Støðan »álvarslig« hjá 20 fólkum

Støðan »álvarslig« hjá 20 fólkum
64 fólk eru innløgd á sjúkrahús eftir yvirgangsatsóknina í Manchester fyrrakvøldið, siga bretsku myndugleikarnir
64 fólk fáa lívsneyðuga viðgerð á sjúkrahúsum í Bretlandi eftir yvirgangsatsóknina í Manchester mánakvøldið
Mynd: AP  
 
24.05.2017 - 10:32

Til samans 64 fólk fáa lívsneyðuga viðgerð á sjúkrahúsum í Bretlandi eftir yvirgangsatsóknina í Manchester mánakvøldið, tá ein bumba brast á einari konsert.

Tað upplýsir John Rouse hjá Greater Manchester Health and Care fyri Sky News í morgun. Støðan hjá 20 fólkum er »álvarslig« siga heilsumyndugleikarnir sambært Sky News.

Myndugleikarnir í Bretlandi hava kunngjørt nøvnini á nøkrum fólkum, ið lótu lív í yvirgangsatsóknini. Yngsta ofrið var ein bara átta ára gomul genta.

SÍ EISINI 23 ára gamal handtikin eftir Manchester-atsókn

Bretsku myndugleikarnir siga seg vita, hvør maðurin var, sum framdi atsóknina í forhøllini í Manchester Arena mánakvøldið, har amerikanska sangkvinnan, Ariana Grande, hevði konsert.

Tað hevur verið óvist, um maðurin var einsamallur um at fremja atsóknina, men í gjár handtók løgreglan handtikið ein 23 ára gamlan mann, ið verður settur í samband við atsóknina..

Scotland Yard kannar um gerningsmaðurin hevði samband við nakran yvirgangsfelagsskap. Atsóknin kravdi 22 mannalív, teirra millum eru eisini fleiri børn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045