Mærsk misti nógv

Mærsk misti nógv
Stóra danska reiðaríið, Mærsk, misti 327 milliónir krónur í inntøkum av telduvirusinum sum gjørdi um seg í farnu viku
Mærsk misti meira enn 300 milliónir av telduvirusinum, ið gjørdi um seg í síðstu viku
 
06.07.2017 - 10:17

Tað hevur metingarfyritøkan, Alphaliner roknað seg fram til, og hevur almannakunngjørt uppgerðina. Tað var serliga í samband við uppgerðina av bingjum, at tapið varð stórt, tí til bar ikki at skráseta bingjurnar í ymsu havnunum, sigur stovnurin.

Samstundis siga eygleiðarar seg rokna við, at tað fer at taka langa tíð hjá Mærsk at fáa viðurskiftini í rættlag, tí felagið arbeiðir við minst 100.000 bingjum um dagin, og tí tekur ta tíð at fáa viðurskiftini í rættlag aftur.

Fyri einum mánað síðani, varð Mærsk eisini rakt av telduvirus, men tá megnaði fyritøkan sjálv at loysa trupulleikan, skrivar business.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847