G20-toppfundur: Hundraðtals løgreglufólk særd

G20-toppfundur: Hundraðtals løgreglufólk særd
Samanbrestir hava aftur í nátt verið millum løgregluna og mótmælisfólk, ið eru savnað í Hamburg, har heimsins stjórnarleiðarar hittast um dagarnar
Tað fer ikki stillisliga aftur við borðinum, at valdmiklastu leiðararnir í heiminum hava verið savnaðir á G20-toppfundi í týska býnum, Hamburg, um dagarnar
Mynd: AP  
 
08.07.2017 - 09:27

Tað fer ikki stillisliga aftur við borðinum, at valdmiklastu leiðararnir í heiminum hava verið savnaðir á G20-toppfundi í týska býnum, Hamburg, um dagarnar.

Útivið 200 løgreglufólk hava fingið skaða í gøtuófriði um dagarnar, her mótmælisfólk hava steinað, sett eld á bilar og framt herverk ymsastaðni í týska býnum.

- Vit hava ongantíð áður upplivað so nógvan hatur og harðskap. Tað sigur ein skelkaður talsmaður fyri løgregluna í Hamburg sambært týska blaðnum, Die Welt.

Finnasta at løgregluni

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur fordømt ófriðin. Hon sigur seg virða friðarligar mótmælisgongur, men at ófriðurin teir síðstu dagarnar hevur sett lív í váða.

Higartil eru 83 fólk handtikin eftir ógvisliga ófriðin síðstu dagarnar. Verjuadvokatar hava funnist hvassliga at løgregluni, tí advokatarnir ikki sleppa at tosa við tey handtiknu fólkini.

Týska løgreglan hevur á Facebook heitt á fólk um at senda løgregluni myndir og filmar frá ófriðinum, fyri at hjálpa til í uppkláringararbeiðnum, ið kemur í kjalarvørrinum á toppfundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870