Hittust undan forsetavalinum

Hittust undan forsetavalinum
Sonur Donald Trump hitti undan forsetavalinum í november ein advokat, ið hevði tyngjandi upplýsingar um Hillary Clinton
Sonur Donald Trump forseta hevur váttað, at fundur var millum hann og ein russiskan advokat, ið hevði tyngjandi upplýsingar um Hillary Clinton, undan amerikanska forsetavalinum
 
10.07.2017 - 11:49

Sonur Donald Trump forseta, Donald Trump, yngri, hevur váttað, at fundur var millum hann og ein russiskan advokat við sambandi til Kreml undan amerikanska forsetavalinum, skrivar New York Times.

Donald Trump yngri sigur, at hann frammanundan hevði fingið tilsøgn um, at hann fór at fáa tyngjandi upplýsingar um demokratiska forsetavalevnið, Hillary Clinton, frá russisku Natalia Veselnitskaya, men at ongar upplýsingar av týdningi komu fram á fundinum.

SÍ EISINI Trump: Clinton fekk nógvar ólógligar atkvøður

Umframt Donald Trump - yngra - var versonur Donald Trump, forseta, Jared Kushner, og leiðarin fyri valstríðið hjá Donald Trump, Paul J. Manafort, við á fundinum.

Amerikansku myndugleikarnir leita eftir prógvum fyri, at umboð fyri valstríðið hjá Donald Trump og fólk við sambandi til russisku myndugleikarnar arbeiddu saman í loyndum.

Fundaðust fyri einum ári síðani

Fundurin millum Donald Trump, yngra, og russiska advokatin var 9. juni í fjør í Trump-torninum í New York - tvær vikur aftaná at Donald Trump var tilnevndur forsetavalevni hjá republikanarunum.

- Tað vísti seg, at russiski advokaturin ongar upplýsingar hevði um Hillary Clinton ella forsetavalstríð hennara, men at veruligu ørindini hennara vóru at fáa samband við fólk, sum kundu gera sína ávirkan galdandi, so gongd kundi fáast á eina uppsteðgaða ætlan, ið hevði til endamáls at ættleiða russisk børn til USA, upplýsir Donald Trump, yngri.

Hetta er fyrstu ferð at váttan er fingin fyri, at fundur var undan amerikanska forsetavalinum millum umboð fyri russiskar myndugleikar og fólk kring Donald Trump og forsetavalstríð hansara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039