Veiðigjaldið í Íslandi tvífaldað

Veiðigjaldið í Íslandi tvífaldað
Íslendska fiskimálaráðið tekur rívan til, nú veiðigjaldið fyri næsta fiskiár er ásett. Tað verður meira enn dupult so stórt sum í verandi fiskiári
 
14.07.2017 - 09:43

Reiðarar siga, at statskassin væntar at fáa 380 milliónir krónur í okkara pengum afturat í veiðigjaldi fiskiárið 2017/2018. Og næsta ár verða væntandi 700 millónir krónur í veiðigjaldi.

Veiðigjaldið fyri tosk hækkar 107 prosent, fyri hýsu hækkar tað 127 prosent og fyri makrel 18 prosent. Tey, sum eiga fiskiskip í Íslandi, rinda veiðigjald eftir yvirskotinum hjá reiðarínum.

Veiðigjald á øllum fiskasløgum

Veiðigjaldið næsta ár byggir á tøl frá 2015. Reiðarar siga, at veiðigjaldið næsta fiskiár svarar til triðingin av avlopinum hjá íslendska fiskiflotanum í 2015.

Veiðigjaldið fyri tosk fer upp í 1,44 krónur fyri kilo, fyri hýsu fer tað upp í 1,64 kónur og fyri makrel upp í 20 oyru fyri kilo. Talan er um kilo av rundum fiski. 

Í Íslandi er veiðigjald lagt á øll fiskisløg, sum verða fiskað til matna - ella um onnur nytta fæst burturúr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980