Átta deyð: Fótbóltsdystur endaði í sorgarleiki

Átta deyð: Fótbóltsdystur endaði í sorgarleiki
Átta fólk hava latið lív til ein fótbóltsdyst í eysturafrikanska landinum Senegal. 49 onnur eru hava fingið skaða.
Ein betonveggur helt ikki til trýstið og hópurin av fólki duttu
Mynd: AFP  
 
16.07.2017 - 10:21

Vanlukkan hendi á áskoðaraplássunum á leikvøllinum í høvuðsstaðnum Dakar , tá áskoðarar hjá  liðunum Stade de Mbour og Union Sportive Ouakam brustu saman beint aftaná dystarlok.

Løgreglan royndi at steðga bardaganum við táragassi, men panikkur kom í stóru mannafjøldina og trýstið frá mongu áskoðarunum gjørdi, at ein betongveggur datt omaná fólk. 

Val skal eftir ætlan vera í Senegal 30. juli. Valið er longu útsett einaferð, og skuldi upprunaliga vera 2. juli. Sambært BBC hevur forsetin  boðað frá, at dagurin í dag er sorgardagur og at eingin eigur at reka valstríð í dag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983