Dýrur G20-toppfundur

Dýrur G20-toppfundur
Ófriðurin á G20-toppfundinum í Hamburg herfyri kostar tryggingarfeløgunum útivið 100 milliónir krónur
Ófriðurin og herverkini, sum vórðu gjørd á G-20 toppfundinum í Hamburg fyrr í mánaðinum, kostaðu týsku tryggingarfeløgunum 90 milliónir krónur
 
18.07.2017 - 16:36

Ófriðurin og herverkini, sum vórðu gjørd á G-20 toppfundinum í Hamburg fyrr í mánaðinum, kostaðu týsku tryggingarfeløgunum 90 milliónir krónur.

Tað vísir ein uppgerð sum tryggingarfeløgini hava gjørt. Skaða vórðu gjørdir á handlar, bygningar annars og á bilar, skrivar Bild. Hildið verður, at bilar fyri minst 30 milliónir krónur fóru upp í royk.

SÍ EISINI G20-toppfundur: Hundraðtals løgreglufólk særd

Umframt nógvu herverkini, so fingu 476 løgreglufólk skaða, 400 fólk vórðu tikin og 225 av teimum vórðu fongslað og ákærd fyri harðskap.

Borgarstjórin í Hamburg, Olaf Scholz, segði eftir toppfundin, at tilbúgvingin ikki var nóg góð, og hann bað fólk um umbering fyri tað, sum hendi.

Andstøðan í býráðnum hevur kravt, at borgarstjórin leggur frá sær. Tað ætlar hann sær ikki, men hann hevur róð framundir at hækka revsingina fyri ólevnað og ófrið í býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114