Føroyar vunnu á Kili

Føroyar vunnu á Kili
Føroyska U-21 landsliðið kom væl frá byrjan í HM-endaspælinum í Algeria
Mynd: jn.fo  
 
18.07.2017 - 15:29

Føroyar vunnu við trimum málum á Kili í fyrsta HM-undankappingardystinum, sum var spældur seinnapartin.

Føroyar vunnu 31-28. Hálvleiksstøðan var 14-12 til Føroyar.

Fyrsta tíggju minuttirnar fylgdust liðini, men tá eitt korter var farið, vóru Føroyar á odda 12-9, og tað eydnaðist eisini at halda leiðsluna til dystarlok.

Í seinna hálvleiki hevði føroyska liðið tamarhald á dystinum, og eitt skifti vóru føroyingarnir á odda 29-22.

Toppskjúttar:

Kjartan Johansen, 5

Jónas Djurhuus, 5

Áki Egilsnes, 4

Føroyar spæla aftur hósdagin. Tá er mótstøðuliðið Suðurkorea.

mynd: jn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541