Dýrari fiskur í USA

Dýrari fiskur í USA
Ein nýtt avgjald, sum republikanarar í USA tosa um og vilja hava, fer at gera innfluttar fiskavørur dýrari at keypa hjá fólki í USA
 
21.07.2017 - 09:04

Avgjaldið skal leggjast á allar innfluttar vørur. Endamálið við avgjaldinum er at stimbra amerikanska framleiðslu og útflutning. Føroyar selja nógvan laks til USA.  

Sambært norska Fiskeribladet, sigur fiskavøruinnflytarin Sean O´Scannlain í Bosten við Wall Street Journal, at laksaflakið, sum nú kostar 58 krónur fyri pundið, fer upp í 73 krónur, kemur avgjaldið í gildi.

Prísvøksturin er 25 prosent. Fiskeribladet skrivar, at ger USA álvara av at seta í gildi avgjaldið, verður tað ivaleyst kært til WTO, alheims handilsfelagsskapin.

Republikanarar ikki samdir um avgjald

Hugskotið um avgjald á allar innfluttar vørur er gamalt, tað er frá 1997. Men tað er ongantíð roynt í verki. Semja er ikki í Republikanska flokkinum um avgjaldið.

Tað er, um hetta serliga avgjaldið skal við í skattanýskipanina, sum kemur seinni í ár. Donald Trump, forseti, er ikki heitur fyri uppskotinum, sigst.

Fleiri enn hann í flokkinum halda, at avgjaldið, sum kallast Border Adjustment Tax, er eitt vána hugskot. Millum 80 og 90 prosent av fiskavørunum, sum amerikanarar eta, eru innflutt, millum annað úr Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723