Royndi at geva skipsfelaga skyldina

Royndi at geva skipsfelaga skyldina
Rætturin í Hafnarfirði heldur fram at viðgera drápsmálið um Birnu Brjánsdóttur. Ákærdi maðurin royndi at geva einum øðrum skyldina.
Leitað varð í átta dagar eftir Birnu Brjánsdóttur.
 
22.08.2017 - 09:56

Revsimálið móti manninum, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri 20 ára gomlu íslendsku Birnu Brjánsdóttur hálvan januar í ár, heldur fram í dómhúsinum í Hafnarfirði í dag.

Ákærdi maðurin varð avhoyrdur í gjár.

Sambært íslendska kringvarpinum segði hann nakað annað í gjár enn hann higartil hevur greitt politinum frá.

Hann royndi eisini at geva einum skipsfelaga skyldina.

Hesin maðurin var saman við ákærda leygarnáttina 14.januar, tá Birna Brjánsdóttir hvarv.

Hann varð eisini handtikin tá í januar, men varð latin leysur aftur eftir nakrar dagar avbyrgdur í varðhaldi.    

Noktar seg sekan

Maðurin, sum varð ákærdur í mars, hevur alla tíðina noktað seg sekan.  

Í dag verða fakkøn avhoyrd sum vitni, millum annað politistar og læknar.

Eftir dagin í dag verður steðgur til 1.september, tá seinastu vitnini verða avhoyrd fyrrapartin. 

Seinnapartin tann dagin verður so dómsviðgerðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132