Stephen Paddock skeyt eftir brennievnistangum

Stephen Paddock skeyt eftir brennievnistangum
Maðurin, sum drap 58 fólk í Las Vegas, royndi, sambært løgregluni, eisini at fáa tangar við brennievni at spreingjast á flogvøllinum í býnum.
Stephen Paddock royndi at sreingja brennievnistangar við at skjóta eftir teimum
Mynd: Daily Express  
 
14.10.2017 - 11:06


Maðurin, sum hildið verður skeyt og drap 58 fólk í Las Vegas 1. oktober, royndi, sambært løgregluni, eisini at fáa tangar við brennievni til at spreingjast á flogvøllinum í býnum.

Stephen Paddock skeyt fleiri ferðir eftir oljutangunum, upplýsti Joe Lombardo, sheriffur í Clark County á tíðindafundi í gjár.

Flogvøllurin, McCarran International Airport, er skamt frá gistingarhúsinum, har Stephen Paddock úr einum kamari á 32.hædd skeyt meiri enn 1.000 skot móti áhoyrarum á eini uttandurða konsert.

64 ára gamli Paddock tók síðan sítt egna lív, áðrenn løgreglufólk komu inn í kamarið.

Á tíðindafundinum greiddi Lombardo frá, at løgreglan og amerikanska fregnartænastan, FBI, ikki hava fingið greiðu á, hví hann framdi hópdráp.

Ongar upplýsingar eru funnar um Paddock, sum kunnu geva greiðu á, hví.

Heldur ikki vinir og kenningar, húsarannsóknir heima hjá Paddock ella tøkniliga kanningar hava givið svarið, hvør politiska, átrúnaðarliga ella persónliga orsøkin var til álopið.

Joe Lombardo upplýsti á tíðindafundinum, at álopið vardi í 10 minuttir, 546 fólk fingu løstir av skotum, - 45 eru framvegis í lívsvanda, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870