Treytirnar mugu verða líka

Treytirnar mugu verða líka
Tað gevur ikki meining at verja fugl við ikki at fleyga, tá hann verður skotin so skjótt, hann kemur á sjógv, heldur Útoyggjafelagið.
 
12.11.2017 - 09:55

Útoyggjafelagið heitir nú á landsstýrismannin Høgna Hoydal um at fáa viðurskiftini í rættlag viðvíkjandi verju av hóttum fuyglastovnum í rætt lag.

Felagið heldur, at tað gevur ikki meining at verja fugl við ikki at fleyga, tá hann verður skotin so skjótt, hann kemur á sjógv.

Í fleiri ár hava útoyggjarnar sjálvbodnar ikki fleyga, tá ein fuglastovnur er hóttur.

Men samstundis sum tey á útoyggj ikki brúka fuglatilfeingið, so fara onnur undir veiðu, so skjótt bútíðin er liðug.

Tá fer eitt stórt tal av bátum at veiða svartfugl í túsundatali, vil Útoyggjafelagið vera við.

- Útoyggjafólk fáa sær ikki til eginnýtslu, ikki so frægt sum eitt kók, men onnur veiða fuglin, ikki bara til eginnýtslu, men eisini til at selja fyri 175 krónur stykki, sigur Útoyggjafelagið.

Útoyggjafelagið sigur, at ger landsstýrismaðurin einki við málið, so fer Útoyggjafelagið at heita á grannastevnurnar um aftur at loyva at fleyga fugl á útoyggj.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542