Fakfelagsgjaldið og skatturin komin aftur í tingið

Fakfelagsgjaldið og skatturin komin aftur í tingið
Fall mánadagin, men í gjár kom uppskotið aftur í løgtingið. Atkvøtt verður í dag, um tað skal leggjast fram og viðgerast
Sonja Jógvansdóttir hevur lyfti frá løgmanni um, at samgongan atkvøður fyri uppskoti hennara.
 
13.12.2017 - 07:47

Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, um at draga limagjald til fakfeløg frá í skatti, kom aftur í tingið í gjár, hóast tað fall mánadagin.

Men fyrst skal løgtingið atkvøða, um málið kann leggjast fram og viðgerast nú.

Sambært tingskipanini skal meiriluti vera fyri, um eitt mál, sum er fallið, kann leggjast fram aftur í somu tingsetu.

Atkvøðugreiðslan er fyrst á dagsskránni fyri tingfundin í dag klokkan 11.00.

Sonja Jógvansdóttir sigur, at løgmaður hevur lovað, at samgongan tekur undir við uppskotinum.

Uppskotið fall mánadagin, tí tá var samgongan ikki fullmannað í tinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028