Trump bleiv hóttur í nýggjársrøðu

Trump bleiv hóttur í nýggjársrøðu
Leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, hótti Amerika í nýggjársrøðu síni
 
01.01.2018 - 10:12

Leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, segði í nýggjársrøðu síni, at hann altíð er til reiðar at trýsta á kjarnorkuknøttin.

-Kjarnorkuknøtturin er altíð á borði mínum. Tað er ikki ein roynd at kroysta nakran, men soleiðis er veruleikin, segði Kim Jong-un í nýggjársrøðuni sambært tíðindastovuni Reuters.

Seinastu tveir mánaðirnar er stríðið millum Norðurkorea og Amerika blivið ógvusligari, og tí var henda viðmerkingin partur av røðuni hjá leiðaranum í Norðurkorea. Amerika og forsetin, Donald Trump, eiga at taka Norðurkorea fyri fult, sigur Kim Jong-un:

-Amerika skal vita, at vit nú eru eitt kjarnorkuveldi. Okkara kjarnorkuvápn kunnu røkka alt Amerika. Amerika kann ikki byrja eitt kríggj móti mær ella mínum fólki, segði Kim Jong-un.

-Vit mugu hópframleiða spreingiløðingar og ballistiskar rakettir, og vit mugu seta ferð á framleiðsluna, segði leiðarin í nýggjársrøðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114