Suðurkoreanskur forseti í fongsul

Suðurkoreanskur forseti í fongsul
Ákærararnir í einum máli um mutur móti fyrrverandi suðurkoreanska forsetanum, Park Geun-hye, krevja, at hon verður dømd 30 ára fongsul,
 
27.02.2018 - 12:04

Harafturat krevja ákærararnir eisini, at fyrrverandi suðurkoreanski forsetin, Park Geun-hye, skal gjalda 664 milliónir krónur í bót.

66 ára gamla, Park Geun-hye, varð koyrd frá sum forseti í mars í fjør í kjalarvørrinum av eini gølu, sum skakaði bæði vinnulívið og politiska landslagið í Suðurkorea.

Ein vinkona fyrrverandi forsetan, Choi Soon-sil, var eisini uppi í málinum, og fyri 14 døgum síðani dømdi ein rættur í Seoul hana 20 ára fongsulsrevsing.

Choi varð dømd sek í ákæruni fyri saman við fyrrverandi forsetanum at hava kroyst milliónir úr risafyritøkum, sum t.d. Samsung og Hyundai.

Ákæruvaldið segði, at Choi gjørdi sær dælt av myndugleikanum hjá forsetanum at fáa sær persónligan vinning, og at máa undan virðunum í grundlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558