MEST hevði avlop í fjør og er nøgt við úrslitið

MEST hevði avlop í fjør og er nøgt við úrslitið
2018 byrjaði væl hjá samtakinum, sum millum annað er farið undir havrannsóknarskipið til landið
MEST hevur skipasmiðjur í Havn og á Skála.
 
29.03.2018 - 09:26

MEST hevði góðar tíggju milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør.

MEST sigur, at tað er framgongd og í lagi. 

Nettosølan hjá MEST samtakinum í fjør var 322 mió. kr.

Dótturfelagið hjá MEST, PAM Offshore Service, hevði tó eitt hall upp á 600.000 kr. í fjør, nakað tað sama sum í 2016.

Í MEST samtakinum eru skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi. 

- Vit hava havt eina góða byrjan í 2018 við áhugaverdum verkætlanum í ymiskum vinnum. 
MEST skal eisini byggja nýtt havrannsóknarskip fyri landsstýrið. Tað hevur nógv arbeiði við sær komandi tvey árini, sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST. 

Í MEST samtakinum arbeiða okkurt um 300 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558