Heitir á øll lond um at taka ímóti flóttafólkum

Heitir á øll lond um at taka ímóti flóttafólkum
Frans pávi heitir nú á øll heimsins lond um at taka ímóti so nógvum flóttafólkum, sum tey eru før fyri at integrera í samfelagið.
 
22.06.2018 - 14:36

Pavin hitti tíðindafólk á tíðindafundi í flogfari sínum á veg til Rom úr Sveis, har hann hevur verið á vitjan.

Øll lond eiga at taka ímóti so nógvum flóttafólkum, sum landið er ført fyri at handfara, ljóðar áheitanin frá pávanum.

Samstundis er orðaskifti í ES um, hvat limalondini skulu gera við flóttafólk og tilflytarar.

Í síðstu viku var støðan spent, tí bæði Italia og Malta sýttu fyri taka ímóti neinum skipi við 600 flóttafólkum. Endin var, at Spania játtaði at taka ímóti teimum.

Í næstu viku fara ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES at viðgera eitt uppskot um at hýsa flóttafólkum og tilflytarum, sum biðja um politiskt friðskjól, í miðstøðum aðrastaðni enn í Evropa.

Italia og fleiri onnur ES-lond hava leingi strongt á at skipa eitt menningararbeiði í Afrika, so fátæk fólk ikki enda í hondunum á mannasmuglarum í vónini um at fáa eitt betri lív í Evropa. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558